ÚtgávurTrýst á eina av slóðunum til vinstru. Um tú t.d. ynskir at lesa eina av ársfrágreiðingunum, vel so slóðina "Ársfrágreiðingar landslæknans". 18 av ársfrágreiðingunum frá árunum 1992-2010 eru at finna har. Tær eru skrivaðar á donskum og eita antin "Medicinalberetning for Færøerne" ella "Årsberetning" saman við árstalinum. Umframt hesar ársfrágreiðingarnar, finnur tú eisini 8 greinar ella fyrilestrar sum vóru skjøl "bilag" aftast í ársfrágreiðingunum frá 1980, 1981, 1983, 1985 og 1999. T.d. er grein eftir Knud Juel "Kræftdødeligheden på Færøerne 1962-79", ein grein er um meningitis í Føroyum (Meningococcal Disease), ein grein er um ferðsludráp og onnur grein er um fólk í Føroyum sum doyggja av sjúkum í blóðrenslinum (kredsløbssygdomme).
Á slóðunum til vinstru finnur tú annars ymisk sløg av útgávum sum landslæknin Høgni Debes Joensen hevur skrivað ella verið við til at skriva. Trýst á eina av slóðunum, um tú ynskir at lesa okkurt av hesum. Undir slóðini "Fyrilestrar" eru 4 fyrilestrar at finna. Ein av teimum er frá 1980, meðan hinir eru frá 2004 og 2005.
"Sundhedsberetning for Færøerne 2010 - Heilsulýsing Landslæknans 2010" er seinasta ársfrágreiðingin. |