Viðv. øskuskýnum úr Íslandi. - 14-05-2010Um øskan er sjónlig, t.d. á bilum o.ø. verður fyri fyrst mælt til, at
• Persónar, sum hava trupulleikar við andaleiðini (astma og bronkitis), ið ikki hava
sjúkueyðkenni, kunnu gott vera uttandura,
• Persónar við sjúkueyðkennum frá andaleiðini eiga at vera innandura,
• Tað er ikki hóskandi at lata, børn undir eitt ár, sova úti,
• Persónar, sum í nærmastu framtíð fáa sjúkueyðkenni í lungunum, eiga at seta seg í samband
við lækna, • Persónar, ið brúka kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur, um tað verður turt í veðrinum |