Botulismu av turrum kjøti - tveir nýggir tilburðir - 08-06-2007Líkt er til, at nýliga staðfestu tilburðarnir av botulismu, har tvey fólk gjørdust sjúk, eru íkomnir orsakað av, at kjøtið hevur hingið ov heitt teir fyrstu dagarnar eftir fletting. Kjøtið varð ikki hongt beinleiðis út í hjallin til turkingar. Harumframt var kjøtið - eins og vanligt í Føroyum - flett undir óløggildum umstøðum.
Fólkini vóru fyri stuttum innløgd á sjúkrahús við teknum um eitran við botulinumeituri. Sjúkueyðkennini vóru leyst lív, spýggja og byrjandi lammilsi í hálsi/eygum; (turran háls, trupulleikar at tosa og dupultsjón, trupulleikar at fokusera). Hesi fólk koma nú spakuliga fyri seg. Sjúkutekinini vóru í hesum førum ikki so umfatandi, at mótevni var neyðugt.
Illgruni var festur á turt kjøt, sum bæði høvdu etið av. Heilsufrøðiliga starvsstovan sendi eina rest av kjøtinum til kanningar á Veterinerinstituttinum í Danmark, og fyrst í vikuni komu boð um, at eiturevni frá Clostridium botulinum typa B var staðfest í kjøtinum.
Botulismueiturið stavar frá bakteriuni Clostridium botulinum typa B. Henda typan finst víða um í náttúruni, so sum í mold, dusti, skarni o.s.fr. Summi sløg av hesi typuni kunnu vaksa við 3,3 hitastigum Celsius.
Tvinni óheppin viðurskifti skulu vera tilstaðar, um slíkt skal lata seg gera. Í fyrra lagi at kjøtið er dálkað við Clostridium botulinum bakteriuni, og í øðrum lagi at kjøtið hevur verið nóg heitt til at bakterian hevur havt møguleika at nørst og framleitt eiturevni.
Føroyingar eta nógv turt kjøt. Tó verða botulimsutilburðir sjáldan staðfestir. Botulisma er ein sera álvasom og lívshættislig sjúka. Seinastu tjúgu árini eru sjey føroyingar vorðin sjúk av botulismu. Tveir av hesum doyðu.
Umráðandi er, at fólk, ið kenna sjúkutekin frá botulinumeitri, t.v.s. at nervalagið verður ávirkað, koma undir læknahond skjótast gjørligt.
Heilsufrøðiliga starvsstovan og landslæknin hava í fleiri ár mint fólk á, hvussu kjøt eigur at hagreiðast. Hetta skriv finst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni á hesari slóðini. |