Tilbúgvingarstigið er broytt til fasu 6 - 16-07-2009Tilbúgvingarstigið broytt
Á middegi í dag gjørdi Landslæknin í samráð við danska Heilsustýrið og
heimsheilsustovnin WHO av, at fara úr tilbúgvingarstig fimm upp í tilbúgvngarstig seks.
Í hesum sambandið hevur føroyska heilsuverkið gjørt eina leiðbeining við góðum ráðum
til fólk.
Hóast tilbúgvingarstigið nú er hækkað bendir framvegis alt á, at Influensa A er ein mild
beinkrímsjúka. At farið verður upp í tilbúgvingarstig seks merkir, at talan nú er um eina
reiðiliga umfarsótt í Føroyum. Føroysku heilsumyndugleikarnir hava broytt
tilbúgvingarstigið, tí tað nú kann staðfestast, at H1N1 smittar frá fólki til fólk, og at meira
enn tann eina smittukeldan er staðfest.
Í hesum sambandi hava føroysku heilsumyndugleikarnir í samstarv við danska
Heilsustýrið gjørt eina leiðbeining við góðum ráðum hvussu ein kann minka um vandan
at verða smittaður og smitta onnur.
Verj teg og onnur fyri H1N1
• Vaska hendurnar ofta Influensavirus setir seg á hendurnar og spjaðir seg við hondheilsan og av hurðahondtøkum. Tí verður rátt til at vaska hendurnar ofta og við sápu.
• Hosta ella njósa í ermuna Influensavirus smittar, sum smáir dropar frá hosta, njósa og líknandi. Legg útyvir munnin og nøsina, tá tú hostar ella njósar. Nýt einnýtis lummaklút ella ermuna í staðin fyri hondina.
• Verð heima, um tú ert sjúk/ur Influensa spjaðir seg skjótt í skúlum, á arbeiðsplássum og stovnum. Ring til lækna í staðin fyri at møta upp í bíðirúminum ella á sjúkrahúsinum.
Serligir vandabólkar Hevur tú niðursett lungavirkni, astma, hjartasjúku, diabetes ella niðursetta immunverju skal tú verða serliga ansin. Um so er skal tú seta teg í samband við egnan lækna, um tú ella onkur í húsinum fáa influensa.
Barnakonur, sum fáa influensusjúkueyðkenni og foreldur at børnum undir 2 ár við influensueyðkennum skulu seta seg í samband við lækna.
Influensa A (H1N1) er eitt nýtt virus, sum upp á stutta tíð hevur spjatt seg um allan heimin. Í allar flestu førum er sjúkan mild og hæsar av eftir fáum døgum. Kortini er tað týdningarmikið at avmarka smittuna. |
Landslæknin og Heilsumálaráðið 16. juli 2009
|