Tíðindaskriv um dálking í luftini - 16-04-2010Landslæknin fylgir neyvt hvussu øskuskýggið úr Íslandi ferðast og hevur javnan samband við Heilsustýrið í Keypmannahavn, Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), Danmarks Miljø Undersøgelser (DMU), umframt teir íslendsku heilsumyndugleikarnar. Somuleiðis fylgja vit øskuni við satelittmyndum og við hjálp frá einari fyribils mátistøð, ið er sett upp hjá Landslæknanum.
Nú vita vit, at tá ið tað regnar inniheldur luftin so lítlar mongdir av øsku, at tað ikki ber til at skráseta. Vit vita eisini frá satelittmyndum, at meginparturin av skýgginum fór framvið Føroyum í gjár. Úr Íslandi frættist tó eisini, at í løtuni eru ongar ábendingar um, at eldgosið hasar av. Tí vita vit ikki um vit kunnu vænta meira øsku yvir Føroyum, men DMI boðar frá ælaveðri kring allaroyggjarnar í dag.
Við støði í hesum metir Landslæknin, at: • Persónar, sum hava trupulleikar við andaleiðini (astma og bronkitis), ið ikki hava sjúkueyðkenni, kunnu gott vera uttandura, • Persónar við sjúkueyðkennum frá andaleiðini eiga framvegis at vera innandura, • Tað er ikki hóskandi at lata, børn undir eitt ár, sova úti, • Persónar, sum í nærmastu framtíð fáa sjúkueyðkenni í lungunum, eiga at seta seg í samband við lækna, • Persónar, ið brúka kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur, um tað verður turt í veðrinum
Landslæknin fylgir framvegis gongdini neyvt, tí viðurskiftini kunnu broytast komandi dagarnar. Vit senda út tíðindaskriv, tá okkurt nýtt er í málinum. Somuleiðis fara vit framhaldandi at leggja tíðindi á heimasíðu okkara: www.landslaeknin.fo
Landslæknin og Heilsumálaráðið |