Tíðindabræv: 13 tilburðir av H1N1 afturat. - 01-09-2009Nýggj uppgerð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísir, at flestu tilburðirnir av H1N1-beinkrími eru millum ung í aldrinum 10 til 20 ár. Starvsstovan hevur nú kannað 405 persónar og staðfest 134 tilburðir. Samanlagt hava 142 føroyingar fingið staðfest beinkrímið.
Framvegis verða nýggir tilburðir staðfestir av krímsjúkuni H1N1 í Føroyum. Í nýggjari uppgerð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni framgongur, at síðani seinastu fráboðan eru 52 fólk kannað, og 13 hava fingið staðfest H1N1 virus.
WHO við nýggjari frágreiðing Heimsheilsustovnurin WHO tekur í nýggjari frágreiðing samanum, hvørjar royndir, ið higartil eru gjørdar av Influensu A (H1N1). Stovnurin staðfestir, at nýggja influensaslagið er vorðið mest vanliga influensa í meginpartinum av heiminum, og at londini á norðara hálvkúlu skulu fyrireika seg til eina nýggja bylgju av smittuspjaðing komandi mánaðirnar.
WHO vísir samstundis á, at Influensa A (H1N1) hevur havt við sær fleiri tilburðir av álvarsomum sjúkum - eisini hjá ungum í aðrar mátar røskum fólkum; hetta er sjáldsamt við "vanligari" influensa.
Føroyskir myndugleikar eru fyrireikaðir upp á, at Influensa A (H1N1) fer at raka eitt stórt tal av føroyingum komandi mánaðirnar, og at sjúkan kann gerast álvarsom hjá nøkrum.
"Vit fylgja gongdini og gera broytingar í tilmælum og leiðbeiningar, so hvørt sum nýggj vitan kemur fram um sjúkuna, eitt nú viðvíkjandi vandabólkum. Tað týdningarmesta er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna, og at ein er heima, um ein er sjúkur", sigur landslæknin.
Landslæknin og Heilsumálaráðið 1. september 2009
Hjálagt eru tvær talvur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt pr. 30.08.2009. Fyrra talvan vísir talið av kanningum og staðfestum tilburðum av H1N1. Hin vísir aldursbýtið millum staðfestu tilburðirnar.
Talvur.pdf(86 KB)
|