Heimsfarsótt við beinkrími - Føroyska Pandemiætlanin - 24-06-2009Nú svínakrím - eisini nevnt nýinfluensa ella H1N1 influensa - hevur tikið seg upp, er føroyska pandemiætlanin sett í verk. Kommunulæknar og vaktlæknar eru kunnaðir um hetta. Í pandemiætlanini, sí her, verður millum annað greitt frá um influensavirus, stig í heimsfarsótt, ráðlegging og raðfestingar, viðgerð av influensatilburðum og nærsambondum, sjúkuallýsingar, virusheilivág, kopping og verndarútgerð. |