Seinasta nýggja um dálking av øsku í luftini - 27-04-2010Seinastu mátingar Landslæknans vísa, at eingin broyting er viðvíkjandi dálking av øsku í luftini. Víst verður tí til tíðindaskrivið frá 19. apríl 2010:
• Fólk, sum hava trupulleikar av andaleiðini (astma og bronkitis), kunnu vera uttandura. Tó eiga tey at minnast til at hava heilivág við, um tey fara heimanífrá. • Børn undir 1 ár kunnu aftur sova úti, • Fólk, sum í hesum døgum vísa tekin til sjúkueyðkenni frá lungunum, eiga at ringja til lækna, • Fólk, ið føla trupulleikar í eygum, nøs og svølgrúmi, kunnu avmarka uttandura virksemið, • Fólk, ið nýta kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur eftir tørvi. |