Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)Les úrtak úr Heilsulýsing Landslæknas 2010, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkimum í Føroyum í 2010

Dálking av øsku í luftini - 23-04-2010

Landslækning fylgir fremvegis neyvt gongdini viðvíkjandi dálking av øsku í luftini. Síðani næstseinasta hósdag hevur eingin dálking verið at sæð í okkara mátingum. Sí annars tíðindaskriv frá 19.04.10 niðanfyri.

 

Tíðindaskriv um dálking í luftini - 19-04-2010

Landslæknin fylgir framhaldandi við øskuskýnum út Íslandi. Enn bendir einki á, at øskusdustið hevur elvt til fleiri sjúkutilburðir í Føroyum. Framhaldandi rekur nakað av øsku frá gosinum úr Íslandi, so neyðugt er framvegis at fylgja støðuni dag frá degi.

Landslæknin hevur tí framhaldandi dagligt samband við Heilsustýrið í Keypmannahavn og við íslendsku heilsumyndugleikarnar. Harafturat verður framhaldandi fylgt við øskuskýnum á fylgisveinamyndum og við hjálp frá eini fyribils mátistøð, sum er sett upp hjá Landslæknanum.  

Við støði í hesum, metir Landslæknin, at:
• Fólk, sum hava trupulleikar av andaleiðini (astma og bronkitis), kunnu vera uttandura. Tó eiga tey at minnast til at hava heilivág við, um tey fara heimanífrá.
• Børn undir 1 ár kunnu aftur sova úti,
• Fólk, sum í hesum døgum vísa tekin til sjúkueyðkenni frá lungunum, eiga at ringja til lækna,
• Fólk, ið føla trupulleikar í eygum, nøs og svølgrúmi, kunnu avmarka uttandura virksemið,
• Fólk, ið nýta kontaktlinsur, eiga at skifta til brillur eftir tørvi.

Tíðindaskriv verður sent út, tá okkurt nýtt er í málinum. Somuleiðis fara vit framhaldandi at leggja tíðindi á heimasíðu okkara: www.landslaeknin.fo.


Landslæknin og Heilsumálaráðið 19. apríl 2010