Ráðstevna um MRSA fyri heilsustarvsfólk - 28-11-200828. novembur 2008 skipaðu Almanna og heilsumálaráðið og MRSA-nevndin fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum undir heitinum: MRSA og multiresistentar bakteriur. Endamálið við ráðstevnuni var at greina evni, og at lýsa tey fyribyrgjandi tiltøkini, ið higartil eru sett í verk serliga í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Antibiotikaresistentar bakteriur eru vornar ein álvarsamur trupulleiki, ið hevur rakt allan heimin. Eisini í Føroyum eru hesar bakteriur við at mennast. Les fyrilesturin "Samfundsmæssige konsekvenser af MRSA på Færøerne", ið Høgni Debes Joensen, landslækni helt á ráðstevnuni. |