Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)Les úrtak úr Heilsulýsing Landslæknas 2010, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkimum í Føroyum í 2010

Nátasjúka í Føroyum - 23-08-2007

Nátasjúka er framvegis í Føroyum

Í 1999 vóru 431 nátar í Føroyum kannaðir fyri havhestasjúku. Kanningin vísti, at 10% av nátunum / havhestaungunum vóru smittaðir. Ymiskt er, hvussu nógvur smittaður fuglur er ymsastaðni í landinum.

Nátarnir, sum eru smittaðir, verða oftast sjónliga sjúkir, meðan vaksni havhesturin vanliga ikki hevur sjónlig sjúkutekin.

Sjúku nátarnir hava vanliga lívsýki(diarré), og tað rennur ofta úr eygum og næsaholuni. Bakteriurnar eru í skarninum og snorinum, sum dálka fjarðarnar. Fólk verða smittað av skarni, snori, fjarðum ella sjúkum vevnaði frá fuglinum. Ungar, ið eru rak ella ússaligir, eiga ikki at verða tiknir.

Frá 1954 til 2003 hevur Landslæknin skrásett 48 tilburðir av havhestasjúku. Her er talan um eitt minsta tal. Tilburðir kunnu væl hava verið, ið ikki eru skrásettir. Hetta eru fleiri tilburðir, enn staðfest verður í øðrum londum, har havhestasjúka verður skrásett. Í Føroyum verða 50.000 - 100.000 nátar tiknir á hvørjum ári, og sambært kanningum eru um 10% av teimum sjúkir. Hetta sigur okkum, at antin eru fólk ansin, ella er vandin fyri smittu lítil.

Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av. Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn tað verður etið ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloramintablettir og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.

Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, verður mælt til at skálda nátan og ikki royta. Nátarnir eiga at verða skáldaðir sama dag, sum teir verða tiknir.

Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF og KOB.

Náti, ið er íligin, t.v.s saltaður, smittar ikki.

Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og febri áleið 39º C, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan.

Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.

 

Ingibjørg Egholm, Djóralækni, Heilsufrøðiliga starvsstovan 

Høgni Debes Joensen, Landslækni