Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)Les úrtak úr Heilsulýsing Landslæknas 2010, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkimum í Føroyum í 2010

MRSA virkisætlan í Føroyum - 06-06-2007

TÍÐINDABRÆV, Tórshavn 6. juni 2007  

Hvat er MRSA?

MRSA er styttingin fyri 'Meticillin Resistentir Staphylococcus aureus'. Fólk flest kenna 'Staphylococcus aureus' undir heitinum "Gulir Stafylokokkar" ella bara "Stafylokokkar".

Trupulleikin er, at Stafylokokkar kunnu útvikla resistens (mótstøðuføri) móti tí antibiotikainum, ið er tað best hóskandi ímóti Stafylokokk-elvdum ígerðum, og hesir stafylokokkarnir hava tí fingið heitið MRSA. Meticillin kenna vit sum t.d. Diclocil. Meticillin kunnu vit taka sum tablettir ella hylkir. Smábørn fáa tað oftast sum mikstur.

Antibiotikaresistensur

20-30 tey seinastu árini hava fleiri og fleiri sløg av bakterium útviklað antibiotikaresistens. Hetta hevur við sær, at tað gerst støðugt meiri torført at viðgera ígerðirnar.

Stafylokokkar, ið menna resistens ímóti meticillin, er vorðið vanligt fyribrigdi í útlondum. Í Bretlandi og Spania eru næsten 50 prosent av stafylokokkunum meticillin-resistentir. Í Danmark eru tað umleið 2 prosent.

Orsøkin til at bakteriur menna resistens ímóti antibiotika, er ovurstóra misnýtslan av antibiotika um allan heimin. Tey umleið 60 árini, antibiotika hevur verið brúkt ímóti ígerðum, hava bakteriurnar so at siga lært at verja seg fyri antibiotika, soleiðis at tað er vorðið minni og minni virkið.

Hvørjar eru avleiðingarnar av MRSA?

Størsti vansin, ið stendst av meticillinresistensinum er, at tað er torførari at viðgera íðgerðir, ið standast av MRSA. Harafturat eru tey antibiotika, ið verða brúkt í staðin fyri Diclocil, minni virkin. Av og á er neyðugt at innleggja fólk á sjúkrahús at fáa viðgerð, tí at antibiotikaviðgerðin av álvarsomum førum av MRSA-elvdum ígerðum kann bara verða givin beinleiðis í blóðrenslið. Alt hetta ber í sær, at kanningar og viðgerðir verða munandi dýrari bæði hjá tí einstaka og hjá samfelagnum sum heild. Og summi sløg av MRSA kunna elva til meiri álvarsligar ígerðir enn tær, ið vanliga taka seg upp. Størsti vansin kann verða, at Stafylokokkarnir kunna gerast multiresistentir. Tað er, at vit kunnu koma í ta støðu, at einki antibiotika fer at verða virkið ímóti Stafylokokkum. Hetta er millum annað hent í Fjareystri við summum tarm-bakterium.

Gulir stafylokokkar - ein vanlig bakteria

Øll fólk bera ørgrynnu av bakterium á húðini, á slímhinnum og í tarmunum. Bakteriurnar eru gagnligar á ymiskan hátt og eru ein altørvandi partur av vistfrøðiligu javnvágini í mannalikaminum. Millum tær bakteriur, sum trívast í mannalikaminum, eru eisini 'Gulir Stafylokokkar' at finna. Umleið helvtin av mannaættini ber gular stafylokokkar. Hjá hesari helvt er hann støðufastur hjá umleið 20 prosentum, og 60 prosent hava hann av og á (transientur vøkstur). Umleið 20 prosent av fólki fáa hann ongantíð.

Eins og allar aðrar bakteriur, ið fólk eru lívverur (vertir) hjá, kunnu stafylokokkarnir elva til ymiskar íðgerðir. Mest vanligu eru svullar. Svullarnar kunnu vit fáa allastaðni á kroppinum, og vit hava ivaleyst flest øll verið fyri at fáa onkran svull.

Hvussu er MRSA-støðan í Føroyum?

Í Føroyum eru 4 (fýra) tilburðir staðfestir trý tey seinastu árini. Sammett við MRSA-støðuna í útheiminum er hetta talið at kalla lítið og einki. Hetta merkir samstundis, at eru vit fyrivarin heldur enn eftirsnarin, kann bera til at forða fyri, at MRSA breiðir seg í Føroyum.

Tiltak móti spjaðing av MRSA

Føroyska heilsuverkið hevur sett sær sum mið, at MRSA ikki skal breiða seg í Føroyum. Tiltøk eru tí sett í verk til tess at forða fyri tí. Sjálvandi er tað ikki nakað einfalt ella lætt tiltak at fremja. Føroyingar ferðast um allan heim, og av og á hendir tað, at teir verða innlagdir á okkurt útlendskt sjúkrahús. Til dømis í sambandi við óhapp á skíðferð. Nógvir sjúklingar verða viðgjørdir á donskum sjúkrahúsum, har ein eisini kann verða smittaður við MRSA.

Grundreglan í tiltakinum er "Search & Destroy" - tað vil siga, at leitað verður eftir MRSA í teimum førunum, har MRSA kann verða borið við sjúklingum, ið verða fluttir av útlendskum sjúkrahúsum til eitt føroyskt sjúkrahús. Verður MRSA staðfest, verða fólk sett í serliga MRSA-týningar-viðger. Grundarlagið í viðgerini er at sóttreinsa tann smittaða við sóttreinsandi sápu. Sóttreinsievnið í sápuni er Klorhexidin, ið er vandaleyst hjá fólki at vaska sær í. Krem við antibiotika verður smurt í nasagluggarnar. Viðgerin stendur við í fimm dagar. Hevur tann smittaði onkran svull, skal svullurin viðgerast og verða afturgrøddir, áðrenn farið verður undir MRSA-týningar-viðgerina. Umráðandi er, at alt húskið verður sett í viðger - eisini hóast eingin annar í húsinum er smittaður av MRSA. Hetta verður gjørt fyri at forða fyri kross-smittu. T.v.s. forða fyri, at smittan kann fara frá einum til annan í húskinum.

Tað eru ráðgevandi mikrobiologurin, kommunulæknarnir, hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin og landslæknin, ið standa fyri MRSA kanningunum og týningarviðgerini.

Kontroll-kanningar

Í nøkrum førum virkar viðgerin ikki í fyrsta umfari. Tí skulu øll, sum hava verið í MRSA týningar-viðger kontrolpotast. Potingarnar verða gjørdar hjá kommunulæknanum. Hevur ein framvegis smittuna, skal viðgerin endurtakast.

 

         Leif Bæk                         William Smith                             Høgni Debes Joensen

    Mikrobiologur            Hygieinusjúkrarøktarfrøðingur                    Landslækni