Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)Les úrtak úr Heilsulýsing Landslæknas 2010, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkimum í Føroyum í 2010

Kunning um nýggja heilsuváttan til koyrikort - 17-01-2007

Í september 2005 kom nýggj kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru. Les kunngerðina við at trýsta her. Við gildi frá 1. januar 2007 hevur landsstýrismaðurin í Vinnumálum sett í gildi Kunngerð nr. 103 frá 8. desember um broyting av kunngerð um koyrikort og koyrikortfrálæru.

Í sambandi við nýggju lógina um koyrikort er nýtt oyðublað til heilsuváttan til koyrikort gjørd, hon er at finna á heimasíðuni hjá danska Heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen). Kommunulæknarnir kunnu eisini finna nýggju váttanina her á heimasíðuni við at trýsta her.

Heilsuváttanin, sum er 4 A4 síður til longdar eitur: "Blanket til helbredsmæssige oplysninger ved udstedelse af kørekort". Kommunulæknarnir kunnu eisini bíleggja oyðubløðini frá t.d. Dafolo á tlf. 0045 9620 6666 og biðja um Blanket nr. 80856081 ella frá Coster Bogtryk á tlf. 0045 39530700, pl. 42.

Landslæknin fær heilsuváttanir í samband við koyrikort til ummælis frá Akstovuni, um nakað bagir heilsuni hjá persóni, tað kann t.d. vera talan um ein sum tekur koyrikort á fyrsta sinni ella ein sum skal endurnýggja koyrikortið.

Broytingar í nýggju heilsuváttanini

1. Broytingar viðvíkjandi mentalu og kognitivum førleika hjá persónum eldri enn 70

Ein av broytingunum í nýggju heilsuváttanini er tann, at tá talan er um persónar, sum eru fyltir 70 ár, skal læknin kanna mentalu og kognitivu funktiónina hjá viðkomandi. Eitt nýtt punkt er í heilsuváttanini hesum viðvíkjandi, tað eitur G2. Í vegleiðingini til G2 stendur:

"Besvares bekræftende, hvis undersøgte har alvorlig svækket dømmekraft eller alvorlig svækket mental eller kognitiv funktion. Undersøgelserne urskivetest og ord-genkaldelse er obligatoriske ved fornyelse af kørekort fra det 70. år."

2. Broytingar viðvíkjandi punkt D um hjarta- og æðrasjúkur

Ein onnur broyting er viðvíkjandi blóðtrýsti. Í Punkt D stendur: "Hjerte- og karsygdom?" Her skuldu læknarnir fyrr svara játtandi, um so var, at umsøkjarin til koyrikort t.d. hevði ov høgt blóðtrýst. Eftir reglunum í nýggju lógini skal tað bert svarast játtandi viðv. ov høgum blóðtrýsti, um talan er um koyrikort til bólk 2 uttan so, at fólk eisini hava manifesta hjarta-æðrasjúku.  Í vegleiðingini aftast í heilsuváttanini stendur viðvíkjandi punkt D1.:

"Besvares bekræftende, hvis undersøgte f.eks. har alvorlige forstyrrelser i hjerterytmen, eller angina pectoris, eller hvis undersøgte har haft hjerteinfarkt, bruger pacemaker, eller har gennemgået hjerteoperationer inden for de sidste fem år. Blodtrykket skal altid anføres til ansøgninger i gruppe 2, men kun ved manifest hjerte-kar sygdom til gruppe 1. Asymptomatisk atrieflimmer besvares benægtende."