Koppseta fyri H1N1 um mánaðarskifti - 22-10-2009Um góða viku verður farið undir at koppseta fólk ókeypis, sum eru í størri vanda enn onnur fyri at gerast álvarsliga sjúk av Influensu A (H1N1). Fólk, ið eru í vandabólki, verða tí biðin um at bíleggja tíð hjá egnum lækna í komandi viku.
Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt (BMI meira enn 40). Nærri útgreining av vandabólkum sæst á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum (www.hmr.fo).
Fólk, sum ivast í, um tey eru í einum vandabólki, eiga at seta seg í samband við kommunulæknan.
Koppingarevnið á veg til Føroya Koppingarevnið kemur til Føroya í komandi viku og av tí, at koppingarevnið kemur í avmarkaðum nøgdum fyrstu tíðina, hava Landslæknin og Heilsumálaráðið gjørt av, at fólk í vandabólkum undir 65 ár verða koppsett fyrst. Hetta tí royndir frá øðrum londum hava víst, at eldri ikki eru í sama vanda fyri at fáa sjúkuna ella blíva álvarsliga sjúk av H1N1.
Soleiðis verður farið fram Fyrst verða tey í vandabólki, sum eru undir 65 ár, koppsett. Um mánaðarskiftið november/desember verður farið undir at koppseta tey í vandabólki, sum eru 65 og eldri.
Fólk skulu sjálvi seta seg í samband við kommunulæknan og bíleggja tíð til koppsetingina. Koppað verður tvær ferðir. Kopping av fólki í vandabólki er ókeypis.
Meira kunning um vandabólkar og koppseting fyri H1N1 fæst á heimasíðunum hjá danska Heilsustýrinum (www.sst.dk) og Statens Serum Institut (www.ssi.dk). |