Fólkatalið í Føroyum, sum eftir fýra árum var fallið úr 48.000 í 1990 niður í gott 43.000 í 1995, øktist aftur og var hin 31. desembur 2009 sambært Hagstovu Føroya 48.650. Hin 01.januar 2009 var talið 48.778. Burðaryvirskotið í 2009 (livandifødd minus deyð) var 237 (bls. 9). Í 2008 var tað 295.
Fødd á sjúkrahúsunum vóru 100% (bls. 17).
Perinatala deyðatalið (deyðfødd og deyð í fyrstu vikuni) í 2009 var 3, ella 4,8 fyri hvørji 1000 fødd. Til samanberingar kann verða sagt, at hetta tal í tíðarskeiðnum 1986-90 var 10,6, í 1991-95 9,0, í 1996-2000 6,1 og fyri árini 2004-05 4,1(bls. 21 og 27).
Talið á deyðum fyri hvørji 1000 fødd á lívi í fyrstu viku var í Føroyum í 2009 1,6. Í 2008 var talið 3,3 (bls.
21).
Pinkubarnadeyðin – t.e. deyð fyrsta liviárið - í Føroyum var í 2009 3,2 promillu. Til samanberingar kann nevnast, at pinkubarnadeyðin í 1986/90 var 9,0, í 1991/95 6,1, 1996/00 1,8 meðan hann í fimm ára tíðarbilinum 2001/05 var 3,2 fyri hvørji 1000 fødd á lívi (bls. 22).
Væntaði miðallivialdurin fyri menn á 0 ára aldri var í 2004-08 76,8 ár og í 2005-09 76,9 og fyri kvinnur ávikavist 82,3 og 82,4 (bls. 27).
Viðvíkjandi fráboðaðum smittandi sjúkum kann verða nevnt, at eingin tilburður av kikhosta hjá børnum undir 1 ár vóru fráboðaðir. Ein tilburður var av meningitis og eingin av nátasjúku. Ein tilburður av VTEC var fráboðaður og fimm av salmonella. Eingi HIV-positiv vóru fráboðaði í 2009. Ei heldur varð boðað frá nøkrum tilburði av eyðkvæmi. Eingin tilburður av botulismu og ein tilburður av MRSA vóru fráboðaðir. Ein tilburður av tuberklum og eingin av hepatitis vóru fráboðaðir (bls. 35 – 40)
Talið á kærumálum var 16 í 2009, í 2008 vóru 8 kærur viðgjørdar (bls. 47). 15 heilsumetingar vóru gjørdar. Mál um ikki skrásettan heilivág vóru 80 (í 2008 47) og um sertilskot til heilivág vóru 443, meðan talið í 2008 var 258 (bls. 47). 31 rættarlæknalig líksýn vóru. Koyrikortmálini vóru 697.
Heilsulýsing Landslæknans 2009