Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)Les úrtak úr Heilsulýsing Landslæknas 2010, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkimum í Føroyum í 2010

Heilsulýsing Landslæknans fyri 2008 er nú útkomin - 18-08-2009

Føroyskt úrtak úr heilsulýsing landslæknans 2008

Fólkatalið í Føroyum, sum eftir fýra árum var fallið úr 48.000 í 1990 niður í gott 43.000 í 1995, øktist aftur og var hin 01.januar 2009 sambært Hagstovu Føroya 48.778. Hin 01.januar 2008 var talið  48.433. Burðary­virskotið í 2008 (livandifødd minus deyð) var 295 (bls. 9). Í 2007 var tað 307.

Fødd á sjúkrahúsunum vóru 99,9% (bls. 17).

Perinatala deyðatalið (deyðfødd og deyð í fyrstu vikuni) í 2008 var 6, ella 8,8 fyri hvørji 1000 fødd. Til samanberingar kann verða sagt, at hetta tal í tíðarskeiðnum 1986/90 var 10,6, í 1991/95 9,0 og fyri árini 1996/2000 6,1. Í Danmark hevur sam­svar­andi talið í árunum frá 1986/90 verið 8,6, 1991/95 7,0 og 1996/00 7,6 (bls. 21 og 27).

Talið á deyðum fyri hvørji 1000 fødd á lívi í fyrstu viku var í Føroyum í 2008 3,0. Í 2007 var talið 4,4 (bls. 21).

Pinkubarnadeyðin – t.e. deyð fyrsta liviárið - í Føroyum var í 2008 4,4 promillu. Til samanberingar kann nevnast, at pinkubarnadeyðin í 1986/90 var 9,0, í 1991/95 6,1, meðan hann í fimm ára tíðarbilinum 1996/2000 var 1,8 fyri hvørji 1000 fødd á lívi (bls. 22).

Væntaði miðallivialdurin fyri menn á 0 ára aldri var í 2002/06 76,5 ár og í 2003/2007 76,5 og fyri kvinnur ávikavist 81,3 og 82.

Viðvíkjandi fráboðaðum smittandi sjúkum kann verða nevnt, at ein tilburður av kikhosta hjá børnum undir 1 ár vóru fráboðaðir. Eingin tilburður av meningitis og eingin av nátasjúku vórðu fráboðaðir. Eingin tilburður av VTEC var fráboðaður og átta av salmonella. Eingi HIV-positiv vóru fráboðaði í 2008. Ikki varð boðað frá nøkrum tilburði av eyðkvæmi. Eingin tilburður av botulismu og ein tilburður av MRSA vóru fráboðaðir. Ein tilburður av tuberklum og tveir av hepatitis vóru fráboðaðir (bls. 35 – 40)

Talið á kærumálum var 8 í 2008, í 2007 vóru 11 kærur viðgjørdar (bls. 46). 13 heilsumetingar vóru gjørdar. Mál um ikki skrásettan heilivág vóru 47 og um sertilskot til heilivág vóru 258 (bls. 47). 23 rættarlæknalig líksýn vóru.  Koyrikortmálini vóru 681. Les alla heilsulýsingina her