Fundur í arbeiðsbólki undir Svalbardsbólkinum, 16. og 17. juni 2011 - 20-06-2011Ein arbeiðsbólkur undir Svalbardsbólkinum (embætismannabólkur), sum arbeiðir eftir norðurlandaavtaluni um heilsutilbúgving frá 2002, helt ein fund í Tórshavn í døgunum 16. og 17. juni. til tess at skifta orð um tað strategiska samstarvið í sambandi við tilbúgvingarhendingar, sum ávirka norðurlond. Umframt norðurlendsku luttakararnar (Ulf Erik Reuterdahl, Inggard Lereim, Peter Schultz, Olli Haikala og Vanessa Bonsib) luttóku Henrik Weihe Joensen, Tummas í Garði, Pál Weihe og Høgni Debes Joensen á fundinum. |