Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)Les úrtak úr Heilsulýsing Landslæknas 2010, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkimum í Føroyum í 2010Tidindaskriv_um_kikhosta

Fundur í Tórshavn um akkreditering av sjúkrahúsverkinum, 29. mars 2011 - 04-04-2011

Hin 29. mars var eftir stigtakan frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum hildin fundur í Tórshavn, har Jan Mainz professari helt ein fyrilestur um “Den danske kvalitetsmodel” og IKAS við serligum atliti til, hvussu ein akkrediteringstilgongd kann setast í verk í føroyska sjúkrahúsverkinum. Málbólkurin var leiðandi heilsustarvsfólk, sjúkrahúsleiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum, umboð fyri Heilsumálaráðið og onnur, sum kunnu fáa ein týðandi leiklut í sambandi við eina komandi akkrediteringstilgongd.