Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)Les úrtak úr Heilsulýsing Landslæknas 2010, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkimum í Føroyum í 2010

Farsóttin avhæsað - 22-01-2007

Farsóttin avhæsað

Í fyrru helvt av 2006 høvdu vit í Føroyum eina farsótt við kikhosta. Alt árið 2005 vóru 3 tilburðir fráboðaðir, meðan 11 tilburðir hjá børnum undir 1 ár vóru fráboðaðir fyrsta hálva árið 2006.

Síðani juni 2006 er bert 1 tilburður fráboðaður, og hetta var í august 2006.

Eingin tilburður er fráboðaður í ár higartil, og verður tí mett, at farsóttin er avhæsað í hesum umfari.

Vanliga eru farsóttir við kikhosta 3. til 5. hvørt ár.

Nærri lýsing av støðuni viðvíkjandi kikhosta í Føroyum í fjør og upplýsingar um kikhosta annars eru at finna á heimasíðu Landslæknans www.landslaeknin.fo undir slóðini Tíðindi. Vel tíðindaskrivið frá 14.07.2006.

Vinarliga

Høgni Debes Joensen
landslækni