Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHvat gera vitHvar búgva vitUmsitingSamstarvspartarHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)

Umsiting

Landslæknaembætið er ein danskur stovnur í Føroyum undir Indenrigs- og Sundhedsministeriet, fakliga hoyrir Landslæknin undir danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen). Landslæknin er ein embætislæknastovnur, og er hann tann einasti í Føroyum.

Verandi landslæknin eitur Høgni Debes Joensen. Hann byrjaði at arbeiða sum landslækni í desember 1979, og hevur røkt hetta starv líka síðani, tó undantikið okkurt styttri tíðarskeið, hann hevur verið í farloyvi.

Hanus Debes Joensen, faðir Høgna Debes Joensen, var hin fyrsti landslæknin í Føroyum. Hann røkti starvið í samfull 30 ár 1949-1979.

Áðrenn 1949 var starvsheiti amtslæknin.

Umframt landslæknan starvast tríggir skrivarar, Lona P. Johansen, Liljan Midjord og Bjarnhild Patursson.