LandslækninUm landslæknaembætið
Landslæknaembætið er ein danskur stovnur í Føroyum undir Indenrigs- og Sundhedsministeriet, fakliga hoyrir Landslæknin undir danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen). Landslæknin er ein embætislæknastovnur, og er hann tann einasti í Føroyum. Landslæknin røkir fleiri fjølbroyttar uppgávur. Vinarliga trýst á eina av slóðunum til vinstru, um tú ynskir at lesa meir um okkara dagliga arbeiði.
Starvsfólk
Verandi landslæknin eitur Høgni Debes Joensen. Hann byrjaði at arbeiða sum landslækni í desember 1979 og hevur røkt hetta starv síðani undantikið okkurt styttri tíðarskeið, tá henn hevur verið í farloyvi, m.a. í tíðarskeiðnum 1. august 1994 - 31. mai 1995, tá ið hann starvaðist sum yvirlækni í danska Heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen).
Hanus Debes Joensen, faðir Høgna Debes Joensen, var hin fyrsti við starvsheitinum landslækni í Føroyum. Hann røkti hetta starv í 30 ár frá 1949-1979.
Áðrenn 1949 var starvsheitið amtslæknin.
Umframt landslæknan starvast tríggir skrivarar - Lona P. Johansen, Liljan Midjord og Bjarnhild Patursson. Laura K. Joensen gavst vegna aldur í 2006 eftir at hava starvast hjá Landslæknanum í umleið 18 ár.
Bygnaðarbroytingar í Danmark
Í Danmark henda nógvar bygnaðarbroytingar í løtuni, nú amtini verða niðurløgd og 5 regiónir koma ístaðin. Hetta rakar eisini embætislæknastovnarnar í Danmark, sum eftir 1. januar 2007 gerast 5 í tali, fyrr vóru tær 15 í tali umframt Landslæknastovnin í Føroyum. Embætislæknastovnarnir gerast nú ein sentralur partur av Heilsustýrinum (Sundhedsstyrelsen), hetta er tó ikki galdandi fyri Landslæknastovnin í Føroyum.
Lógarbroytingar á heilsuøkinum í Danmark - ikki galdandi í Føroyum
Nógvar lógarbroytingar fara eisini fram í Danmark á heilsuøkinum og koma flestu teirra at virka frá 1. januar 2007. Sum dømi kunnu vit nevna "Sundhedsloven" og "Autorisationsloven". Í "Sundhedsloven" eru nógvar smærri lógir sum t.d. lógin um rættartrygd sjúklinga samlaðar í eina umfatandi lóg. "Sundhedsloven" verður tó ikki galdandi í Føroyum. "Sundhedsloven" er at finna á Retsinfo, trýst her.
"Lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed" eisini rópt "Autorisationsloven" er somuleiðis ein nýggj donsk lóg, har fleiri smærri lógir eru savnaðar í eina felags lóg. T.d. læknalógin, tannlæknalógin, sjúkrasystralógin osfr. eru nú allar í Autorisatiónslógini. Hendan lógin er heldur ikki galdandi fyri Føroyar men kann setast fult ella lutvíst í gildi her, um vit ynskja tað. Trýst her, um tú ynskir at lesa donsku autorisatiónslógina.
|