Fólkatalið í Føroyum, sum eftir fýra árum var fallið úr 48.000 í 1990 niður í gott 43.000 í 1995, øktist aftur og var hin 31.desembur 2010 sambært Hagstovu Føroya 48.574. Hin 1.januar 2010 var talið 48.650. Burðaryvirskotið í 2010 (livandifødd minus deyð) var 290 (bls. 9). Í 2009 var tað 237.
Fødd á sjúkrahúsunum vóru 99,8% (bls. 17).
Perinatala deyðatalið (deyðfødd og deyð í fyrstu vikuni) í 2010 var 5, ella 7,6 fyri hvørji 1000 fødd. Til samanberingar kann verða sagt, at hetta tal í tíðarskeiðnum 1986-90 var 10,6, í 1991-95 9,0, í 1996-2000 6,1 og fyri árini 2004-05 4,1. Fyri tíðarskeiðið 2006-10 var talið 6,6 (bls. 21 og 27).
Talið á deyðum fyri hvørji 1000 fødd á lívi í fyrstu viku var í Føroyum í 2010 1,5. Í 2009 var talið 1,6 (bls. 21).
Pinkubarnadeyðin - t.e. deyð fyrsta liviárið - í Føroyum var í 2010 4,6 promillu. Til samanberingar kann nevnast, at pinkubarnadeyðin í 1986/90 var 9,0, í 1991/95 6,1, 1996/00 1,8 meðan hann í fimm ára tíðarbilinum 2001/05 var 3,2 fyri hvørji 1000 fødd á lívi. Fyri tíðarskeiðið 2006-10 var talið 5,1 (bls. 22).
Væntaði miðallivialdurin fyri menn á 0 ára aldri var í 2004-08 76,8 ár og í 2005-09 76,9 og fyri kvinnur ávikavist 82,3 og 82,4 (bls. 28).
Viðvíkjandi fráboðaðum smittandi sjúkum kann verða nevnt, at eingin tilburður av kikhosta hjá børnum undir 1 ár vóru fráboðaðir. Tríggir tilburðirr vóru av meningitis og eingin av nátasjúku. Tríggir tilburðir av VTEC var fráboðaðir og ein av salmonella. Boðað frá tveimum tilburðum av eyðkvæmi. Eingi HIV-positiv vóru fráboðaði í 2010.Eingin tilburður av botulismu og tveir tilburðir av MRSA vóru fráboðaðir. Tveir tilburðir av tuberklum og eingin av hepatitis vóru fráboðaðir (bls. 36 - 41)
Talið á kærumálum var 7 í 2010. (bls. 49). 9 heilsumetingar vóru gjørdar. Mál um ikki skrásettan heilivág vóru 43 (í 2009 80). 34 rættarlæknalig líksýn vóru. Koyrikortmálini vóru 816.
Les alla heilsulýsingina her