Landslæknin søkir skrivstovufolk - 04-10-2007Starvslýsing
Landslæknin søkir eftir skrivstovufólki
Hjá Landslæknanum er eitt skrivstovustarv (kontorfunktionær) á 29 tímar um vikuna leyst at byrja 1. november 2007 ella skjótast til ber eftir hetta.
Vit søkja ein virkisfúsan persón, sum kann taka sær av vanligum skrivarauppgávum umframt meira sjálvstøðugum uppgávum.
Harumframt leggja vit dent á, at umsøkjarin hevur:
-
Góðan kunnleika til føroyskt og danskt
-
Góðan kunnleika til teldu, serliga forritið Word og evt. Excel og PowerPoint
- Góð evni at samskifta og samstarva
- Royndir við heimasíðusmíð er ein fyrimunur, tó ikki krav
Landslæknin er ein statsstovnur undir Indenrigs- og Sundhedsministeriet, sum vegna Sundhedsstyrelsen hevur eftirlit við tí heilsufakliga virksemi, ið lóggild heilsustarvsfólk útinna í Føroyum. Landslæknin er ráðgevi hjá danska statinum, Føroya Landsstýri og kommunalum myndugleikum í heilsuligum, hygieiniskum, sosialum og umhvørvisligum spurningum. Landslæknin ger og gevur út árligar heilsulagslýsingar fyri Føroyar og veitir stuðul til rættar- og løgreglumyndugleikar í rættarlæknaligum og líknandi málum.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært organisatiónsavtalu millum Finansministeriet og HK/STAT.
Kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lonu Johansen á telefon +298 311832.
Umsóknin
Øll áhugaði uttan mun til aldur, kyn, trúgv ella uppruna verða biðin um at søkja starvið.
Umsókn saman við avritum av viðkomandi prógvum, CV v.m. skulu sendast til:
Landslæknan, Sigmundargøta 5, Postboks 9, FO-110 Tórshavn ella við telduposti til foe@sst.dk, og verða okkum í hendi í seinasta lagi 19. oktober 2007.
|