Heilsulýsing Landslæknans fyri 2007 er nú útkomin - Føroyskt úrtak úr heilsulýsing landslæknans 2007
Fólkatalið í Føroyum, sum eftir fýra árum var fallið úr 48.000 í 1990 niður í gott 43.000 í 1995, øktist aftur og var hin 01.januar 2008 sambært Hagstovu Føroya 48.433. Hin 01.januar 2007 var talið 48.350. Burðaryvirskotið í 2007 (livandifødd minus deyð) var 307. Í 2006 var tað 259 (bls. 10).
Fødd á sjúkrahúsunum vóru 99,3% (bls. 16).
Perinatala deyðatalið (deyðfødd og deyð í fyrstu vikuni) í 2007 var 4, ella 5,8 fyri hvørji 1000 fødd. Til samanberingar kann verða sagt, at hetta tal í tíðarskeiðnum 1986/90 var 10,6, í 1991/95 9,0 og fyri árini 1996/2000 6,1. Í Danmark hevur samsvarandi talið í árunum frá 1986/90 verið 8,6, 1991/95 7,0 og 1996/00 7,6 (bls. 12 og 20).
Talið á deyðum fyri hvørji 1000 fødd á lívi í fyrstu viku var í Føroyum í 2007 4,4, í 2006 var talið 1,5 (bls. 26).
Pinkubarnadeyðin – t.e. deyð fyrsta liviárið - í Føroyum var í 2007 7,3 promillu. Til samanberingar kann nevnast, at pinkubarnadeyðin í 1986/90 var 9,0, í 1991/95 6,1, meðan hann í fimm ára tíðarbilinum 1996/2000 var 1,8 fyri hvørji 1000 fødd á lívi (bls. 20 og 26).
Talið á framdum fosturtøkum var 46 í 2007 (bls. 22). Hetta tal er framvegis sera lágt í Føroyum í mun til grannalondini, sí bls. 23.
Væntaði miðallivialdurin fyri menn á 0 ára aldri var í 2001/05 76,9 ár og í 2002-2006 76,5 og fyri kvinnur ávikavist 81,4 og 81,3. Talan er sostatt um eina lítla minking av væntaðum miðallivialdri hjá bæðï kvinnum og monnum (bls. 27).
Tíðleikin av hjartasjúkum í mun til aðrar deyðsorsøkir er minkaður seinnu árini bæði hjá kvinnum og monnum (bls. 31).
Viðvíkjandi fráboðaðum smittandi sjúkum kann verða nevnt, at eingin tilburður av kikhosta hjá børnum undir 1 ár vóru fráboðaðir. Ein tilburður av meningitis og eingin av nátasjúku vórðu fráboðaðir. Ein tilburður av VTEC var fráboðaður og eingin av salmonella. Eingi HIV-positiv vóru fráboðaði í 2007. Ikki varð boðað frá nøkrum tilburði av eyðkvæmi. Tríggir tilburðir av botulismu og trettan tilburðir av MRSA vóru fráboðaðir. Ein tilburður av tuberklum varð fráboðaður (bls. 35 – 40)
Talið á kærumálum var 11 í 2007, í 2006 vóru 5 kærur viðgjørdar (bls. 46). 17 heilsumetingar vóru gjørdar. Mál um ikki skrásettan heilivág vóru 37 og um sertilskot til heilivág vóru 277 (bls. 47). 32 rættarlæknalig líksýn vóru (bls. 47). Koyrikortmálini vóru 724.
Les alla heilsulýsingina her
|