Heilsulýsing Landslæknans 2005 er komin - 03-10-2006Føroyskt úrtak úr heilsulýsing landslæknans 2005
Fólkatalið í Føroyum, sum eftir 4 árum var fallið úr 48.000 í 1990 niður í gott 43.000 í 1995, øktist aftur og var í 2004 sambært Landsfólkayvirlitinum 48.378. 31.12.05 minkaði tað til 48.219. Burðaryvirskotið í 2005 (livandifødd minus deyð) var 297. Í 2004 var tað 356 (bls. 12).
Fødd uttan fyri hjúnalag í 2005 vóru 50,1% (bls. 14).
Fødd á sjúkrahúsunum vóru 100% (bls. 14).
Perinatala deyðatalið (deyðfødd og deyð í fyrstu vikuni) í 2005 var 4, ella 5,5 fyri hvørji 1000 fødd. Til samanberingar kann verða sagt, at hetta tal í tíðarskeiðnum 1986/90 var 10,6, í 1991/95 9,0 og fyri árini 1996/2000 6,1. Í Danmark hevur samsvarandi talið í árunum frá 1986/90 verið 8,6, 1991/95 7,0 og 1996/00 7,6 (bls. 13 og 16).
Talið á deyðum fyri hvørji 1000 fødd á lívi í fyrstu viku var í Føroyum í 2005 5, í 2004 var talið 0 (bls. 21).
Pinkubarnadeyðin – t.e. deyð fyrsta liviárið - í Føroyum var í 2005 6,9 promillu. Til samanberingar kann nevnast, at pinkubarnadeyðin í 1986/90 var 9,0, í 1991/95 6,1, meðan hann í fimm ára tíðarbilinum 1996/2000 var 1,8 fyri hvørji 1000 fødd á lívi (bls. 12 og 16).
Talið á framdum fosturtøkum var 29 í 2005, 44 í 2004 (bls. 17-18). Hetta tal er framvegis sera lágt í Føroyum í mun til grannalondini.
Væntaði meðallivialdurin fyri menn á 0 ára aldri var í 1996/00 75,2 ár og í 1999/2003 76,6 og fyri kvinnur ávikavist 81,4 og 81,3. Talan er um eina øking av væntaðum meðallivialdri uppá 1,4 fyri menn meðan meðallivialdurin fyri kvinnur ikki er vaksin (bls. 22).
Tíðleikin av hjartasjúkum í mun til aðrar deyðsorsøkir er minkaður seinnu árini bæði hjá kvinnum og monnum, sí bls. 26.
Viðvíkjandi fráboðaðum smittandi sjúkum kann verða nevnt, at tveir tilburðir av meningitis og eingin av nátasjúku vórðu fráboðaðir. Eingi HIV-positiv vóru fráboðaði í 2005. Ikki varð boðað frá nøkrum tilburði av eyðkvæmi ella botulismu. Eingin tilburður av tuberklum varð fráboðaður (bls. 32 – 33).
Talið á kærumálum var 11 (bls. 39). 20 heilsumetingar vóru gjørdar. Mál um ikki skrásettan heilivág vóru 35 og um sertilskot til heilivág vóru 225 (bls. 40). 41 rættarlæknalig líksýn vóru (bls. 41). Koyrikortmálini vóru 828 (726 í 2004).
Les heilsulýsingina við at trýsta her.
|