Bókin "Helsestatistik for de_nordiske lande 2005" er nú útkomin - 08-11-2007Bókin "Helsestatistik for de nordiske lande 2005" er nú útkomin.
Útgevari er norðurlendska nevndin fyri heilsuhagfrøði, Nordisk Medicinalstatistisk Komité (NOMESKO), ið er ein serkøn nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Nevndin hevur síðani hon varð sett støðugt almannakunngjørt úrslitini av arbeiði sínum, lutvís sum serprent viðv. eitt nú felags norðurlendskum flokkingum á læknafrøðiliga økinum og lutvís við norðurlendsku heilsuhagtølunum, sum síðani 1980 eru útkomin undir heitinum ”Helsestatistik for de nordiske lande” (á enskum Health Statistics in the Nordic Countries).
Føroyar hava verið umboðaðar í ritstjórnini fyri bókina síðani 1991. Í ritstjórnini fyri Føroyar sita vegna Almanna- og heilsumálaráðið og Landslæknan Jóanis Erik Køtlum og Høgni Debes Joensen.
Nógvar av talvunum geva áhugaverdar og týðandi upplýsingar um heilsustøðuna og tilfeingisnýtsluna í heilsuverkinum hjá okkum samanborið við hini norðurlondini, eitt nú um tilgongdina í miðallivialdri, fertiliteti, ymsum sjúkum, vanlukkum, deyðatølum (til dømis viðv. krabbameini og hjarta-æðrasjúku), sterilisatiónum, fosturtøkum, heilsustarvsfólkatali, sjúkrahúsveitingum og útreiðslum til heilsu- og sjúkrahúsverk. Eisini verður nýtslan av ymiskum heilivági lýst.
Endamálið við NOMESKO er lutvíst at fáa til vega grundarlag fyri heilsuhagtølum í Norðurlondum, ið kunnu samanberast, og lutvíst at taka stig til verkætlanir, ið hava týdning við atliti til heilsuhagtøl. Umframt hetta fylgir NOMESKO millumlanda gongdini viðvíkjandi spurningum um heilsuhagtøl.
Hendan útgávan er í mun til undanfarnu ein stytt útgáva, av tí at tað nú er fingin til vega ein web-útgáva sum pdf við meira nágreiniligum hagtalsupplýsingum. Tann víðkaða bókaútgávan finst á heimasíðu NOMESKO á www.nom-nos.dk/nomesco.htm |