Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)

Bók um heilsuhagtøl í Norðurlondum 2004 er útkomin - 07-11-2006

Nú er bókin "Helsestatistik for de nordiske lande 2004" útkomin. Útgevari er norðurlendska nevndin fyri heilsuhagfrøði (NOMESKO), ið er ein serkøn nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Nógvar av talvunum geva áhugaverdar og týðandi upplýsingar um heilsustøðuna og tilfeingisnýtsluna í heilsuverkinum hjá okkum samanborið við hini norðurlondini. T.d. eru hagtøl um miðallivialdur, fertilitet, sjúkur, vanlukkur, deyðatilburðir, sterilisatión, fosturtøku osfr. Bókin er eisini at finna á heimasíðuni hjá NOMESKO. Les tíðindabrævið.