Faroea versioyne  Dansk version 


ForsíðaTíðindiLandslækninHagtølFøroyskar lógirÚtgávurSlóðirKærurCTD (Carnitin Transporter Defekt)

Per Vagn Hansen avloysari fyri landslæknan í 3 mánaðir - 22-01-2007

Tíðindabræv frá Høgna Debes Joensen, landslækna

Í dag er seinasti arbeiðsdagur mín tríggjar mánaðir fram, av tí at eg fari til skips. Frá 24. januar kemur danski læknin Per Vagn-Hansen at virka sum vikarur fyri landslæknan til seinast í apríl.

Um Per Vagn-Hansen kann í stuttum verða nevnt, at hann varð lækni í 1969 og tók embætislæknaprógv í 1978. Hann starvaðist í fleiri ár í danska Heilsustýrinum sum lækni, eitt skifti sum yvirlækni. Hann hevur drúgvar royndir sum embætislækni, var í slíkum starvi 1982-2003 í Storstrøms Amt, og síðani 2003 hevur hann verið stjóri á ráðgevingarfyritøkuni Public Health Dialogue.

Í Danmark er Per eitt nú kendur sum undirvísari hjá pedagogum, lesandi, læknum, kommunalum starvsfólki v.m. Mest kendur man hann annars vera sum rithøvundur, og kendastu bøkur hansara eru helst "Sundhed, miljø og hygiejne i pædagogisk arbejde (572 bls)" og "Håndbog for dagplejere og dagplejepædagoger (197 bls)", ið komu ávíkavist í 2006 og 2005.

Vinarliga

Høgni Debes Joensen

landslækni