11 fráboðaðir tilburðir av kikhosta - 14-07-2006Støðan í Føroyum:
Talið á fráboðaðum tilburðum við kikhosta er 11 higartil í ár (12. juli). Í 2005 vóru 3 tilburðir fráboðaðir.
Aldursbýti millum teir 11 tilburðirnar var: 2 børn vóru undir tríggjar mánaðir, 7 børn vóru undir fimm mánaðir og øll børnini vóru undir eitt ár.
7 børn vóru innløgd á sjúkrahús fyri sjúkuna, og vóru hesi øll 5 mánaðir gomul ella yngri.
Í seks førum var smittukeldan ókend. Hjá trimum var hon eitt systkin, hjá einum helst foreldur og hjá einum annað barn við kikhosta.
1 tilburður var í januar, 3 í februar, 4 í mars, 2 í mei, og ein í juni. 6 vóru gentur og 5 dreingir.
5 av fráboðaðu tilburðunum vóru í Tórshavnar Kommunu, hinir 6 vóru staðfestir í Porkeri, Rituvík, Fuglafirði, Miðvági og Sørvági.
Av hesum børnum var kunnleiki um fimm, ið høvdu fingið koppingar sambært galdandi skrá. Millum tey seks, ið vóru 3 mánaðir og yngri, vóru tvey koppaði eina ferð. Um kikhosta annars:
Nú vit hava haft eina farsótt við kikhosta seinasta hálva árið skal her verða sagt frá nærri um sjúkuna:
Vanliga eru farsóttir við kikhosta triðja til fimta hvørt ár.
Kikhosti er ein sjúka í andaleiðini, elvd av eini bakteriu. Hon kemur fyri um allan heim í øllum aldursbólkum, men sæst vanligast hjá børnum og verður tí nevnd ein av barnasjúkunum.
Smittuvandin. Sjúkan smittar illa og spjaðist beinleiðis við dropaspjaðing frá sjúklingum, ið hosta. Smittar ringast fyrstu tíðina, áðrenn sjúklingurin er farin at hosta í kíki. Eftir at eyðåkendu hosturíðirnar eru byrjaðar , minkar smittuvandin líðandi og er av 6 vikur eftir sjúkubyrjan. Eldri fólk, ið hava havt sjúkuna sum børn, kunnu væl fáa hana aftur, tó nógv linari og ofta bara við vanligum hosta. Tey kunnu tá bera smittuna inn á smábørn. Hjá størri børnum og vaksnum, ið eru koppað fyri kikhosta, er sjúkan vanliga nógv linari enn annars.
Børn ið koma fyri smittu kunnu gerast smittuberar uttan at vera sjúk. Eru í einum dagstovni tilburðir við kikhostu, eiga foreldur at komast eftir, at barn teirra kann vera frískur smittuberi, ið kann smitta ikki koppaði systkin í pinkubarnaaldri. Í hesum førum kann vera skilagott at seta seg í samband við kommunulæknan at fáa ráðgeving, av tí at sjúkan kann vera sera vandamikil fyri pinkubørn.
Royndirnar vísa, at pinkubørn ofta verða smittað heima av størri systkjum, og tí eiga fólk við krími ella hosta at verða hildin burtur frá ikki koppaðum pinkubørnum
Sjúkueyðkenni. Tilgerðartíðin, tað er tíðin frá smittu til sjúkubyrjan, er vanliga 7-14 dagar. Sjúkan byrjar oftast sum vanligt krím, og sum frálíður kemur meira turrur hosti. So líðandi koma tær eyðkendu hostaríðirnar, har ið sjúklingurin hostar í kíki. Uttan at anda inn, Barnið uppaftur og uppaftur í saman uttan at náa at anda inn, so at tað gerst bláreytt í andlitinum. Eftir hetta kemur ein kikkandi innanding, og seigt slím verður hostað upp. Eisini kann barnið spýggja. Hesi herðindi koma kunnu koma skjótt hvørjum øðrum á baki nógvar ferðir um samdøgrið, so at barnið gerst púra útrlúgvað. Børn undir ½ ára aldur, ið ikki orka at hosta í kíki, kunnu fáa bara vanligan hosta, blána, missa andan og kunnu svíma.
Eftir 2 - 4 vikur minka eyðkendu hostaríðarnir líðandi, og sjúkan er oftast av eftir 6 til 8 vikum, men tað kann framvegis vera hosti í eina tíð, stundum í fleiri mánaðir. Hjá ikki koppaðum smábørnum kann sjúkan gerast sera álvarsom við svárum trupulleikum at anda, so at neyðugt er at leggja barnið inn á sjúkrahús.
Fepur er vanliga eingin, uttan so at okkurt hevur sligið til.Tilsløgini kunnu verða slím á lungunum, lungnabruni ella millumoyrnabruni. Tilsløgini koma so at siga bert hjá pinku- og smábørnum.
Sjúkuavgerð. Staðfesting av sjúkuni verður vanliga gjørd av lækna við at pota frá næsasvølgrúmi.
Viðgerð: Viðgerð við ávísum antibiotika (Makrolidum) kann minka um smittuspjaðing, men hevur lítið ella einki árin á sjálva sjúkuna.
Kopping: Í koppingarskránni, sum vit nýta í Føroyum, verður koppað fyri kikhosta, tá ið barnið er 3, 5 og 12 mánaðar og 5 ára gamalt.
Onnur fyribyrging: Kemur kikhosti fyri í einum dagstovni við bbørnum undir eitt ár, so skulu hesi børn sendast heim, uttan so at tey hava haft kikhosta ella tey áður í minsta lagi hava fingið fyrstu tvær kikhostakoppingarnar. Fólk, ið hava fingið staðfest kikhosta, eiga ikki at hava samband við børn undir eitt ár, áðrenn viðgerð er byrjað eftir avtalu við lækna.
Børn við kikhosta, sum annars ikki tykjast sjúk, kunnu koma í dagstovn ella skúla í tí tiðarbilið, har ið framvegis er ein ávísur smittuvandi. Hetta, av tí at flest øll børn eru koppað. Børn mugu tó ikki koma á dagstovn ella í skúla, so leingi sum hostaríðurnar geva týðandi trupulleikar við andadrátti ella spýggju. Ríðurnar kunnu verða so nógvar, at hetta krevur serligt eftirlit.
Vinarliga
Høgni Debes Joensen landslækni
|