Álit um ferðsluhagtøl handaðBókin "Helsestatistik for de_nordiske lande 2005" er nú útkomin [08-11-2007]
Bókin "Helsestatistik for de nordiske lande 2005" er nú útkomin. Útgevari er norðurlendska nevndin fyri heilsuhagfrøði, Nordisk Medicinalstatistisk Komité (NOMESKO), ið er ein serkøn nevnd undir Norðurlendska Ráharraráðnum.Í ritstjórnini fyri Føroyar sita vegna Almanna- og heilsumálaráðið og Landslæknan Jóanis Erik Køtlum og Høgni Debes Joensen. Landslæknin søkir skrivstovufolk [04-10-2007]
Hjá Landslæknanum er eitt skrivstovustarv (kontorfunktionær) á 29 tímar um vikuna leyst at byrja 1. november 2007 ella skjótast til ber eftir hetta. Úrvalsritið "Arbejde, helse og velfærd i Vestnorden" er útkomið [06-09-2007]
Í sambandi við útgávu av norðurlendska úrvalsritinum við heitinum "Arbejde, helse og velfærd i Vestnorden", var framløga í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu 6. sep. 2007. Í sambandi við framløguna hildu Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, Henrik Old, limur í formansskapinum í Útnorðurráðnum og Guðbjørg Linda Rafnsdóttir, ritstjóri, røður. Eisini søgdu Høgni Debes Joensen, Beinta í Jákupsstovu, Pál Weihe og Elin Súsanna Jacobsen frá um teirra ískoyti til bókaverkið. Nátasjúka í Føroyum [23-08-2007]
Nátasjúka er framvegis í Føroyum. Í 1999 vóru 431 nátar í Føroyum kannaðir fyri havhestasjúku. Kanningin vísti, at 10% av havhestaungunum vóru smittaðir. Botulismu av turrum kjøti - tveir nýggir tilburðir [08-06-2007]
Líkt er til, at nýliga staðfestu tilburðarnir av botulismu, har tvey fólk gjørdust sjúk, eru íkomnir orsakað av, at kjøtið hevur hingið ov heitt teir fyrstu dagarnar eftir fletting. Kjøtið varð ikki hongt beinleiðis út í hjallin til turkingar. Harumframt var kjøtið - eins og vanligt í Føroyum - flett undir óløggildum umstøðum. MRSA virkisætlan í Føroyum [06-06-2007]
Í sambandi við, at fýra tilburðir av MRSA eru staðfestir í Føroyum, hava heilsumyndugleikarnir gjørt av at gera tað, ið gerast kann, til tess at fyribyrgja at MRSA verður spjadd í Føroyum. Les tíðindabræv frá William Smith, hygieinusjúkrarøktarfrøðingi, Leif Bæk, mikrobiologi og Høgna Debes Joensen, landslækna. Høgni Debes Joensen er afturkomin [20-04-2007]
Høgni Debes Joensen, landslækni, hevur verið til skips í Barentshavinum í 3 mánaðir - frá 22. januar til 19. apríl 2007, men nú er hann komin aftur til arbeiðis. Per Vagn-Hansen var avloysari fyri hann hesar tríggjar mánaðirnar, hann er nú farin til Danmarkar aftur. Farsóttin avhæsað [22-01-2007]
Í fyrru helvt av 2006 høvdu vit í Føroyum eina farsótt við kikhosta. Alt árið 2005 vóru 3 tilburðir fráboðaðir, meðan 11 tilburðir hjá børnum undir 1 ár vóru fráboðaðir fyrsta hálva árið 2006. Per Vagn Hansen avloysari fyri landslæknan í 3 mánaðir [22-01-2007]
Høgni Debes Joensen, landslækni, fer til skips í kvøld og tríggjar mánaðir fram. Frá 24. januar kemur danski læknin Per Vagn-Hansen at virka sum vikarur fyri landslæknan til seinast í apríl. Kunning um nýggja heilsuváttan til koyrikort [17-01-2007]
Kunning um nýggja heilsuváttan til koyrikort Heilsulýsing Landslæknans fyri 2006 er komin. [21-12-2006]
Heilsulýsing Landslæknans fyri 2006 er komin. Bók um heilsuhagtøl í Norðurlondum 2004 er útkomin [07-11-2006]
Les tíðindabræv um bókina "Helsestatistik for de nordiske lande 2004". Føroysk hagtøl eru eisini við í bókini. Heilsulýsing Landslæknans 2005 er komin [03-10-2006]
Les úrtak úr Heilsulýsingini, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkinum í Føroyum í 2005. 11 fráboðaðir tilburðir av kikhosta [14-07-2006]
Higartil í ár hevur Landslæknin fingið 11 fráboðanir um kikhosta hjá pinkubørnum 0-1 ár. Í fjør var talið 3 tilburðir og í 2004 var ongin. Tilbúgvingarætlan ímóti heimsfarsótt við beinkrími [28-04-2006]
Nú hava føroyingar fingið eina tilbúgvingarætlan ímóti heimsfarsótt við beinkrími. Tilmæli um grind []
Fjølmiðlarnir fingu í dag tilmælið um grind, ið varð sent landsstýris- og løgtingsfólkunum við brævi 13. novembur 2008 []
Heilsulýsing Landslæknans fyri 2007 er nú útkomin []
Les úrtak úr Heilsulýsingini, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkinum í Føroyum í 2007.
Vís eisini gomul tíðindi |