Landslæknin í FøroyumVælkomin til heimasíðuna hjá Landslæknanum.
Her finnur tú Heilsulýsingina fyri 2008.
Trýst á eina av slóðunum til vinstru, um tú ynskir at lesa meira um hvørji mál vit arbeiða við. Tó eru allar síður tíverri ikki klárar enn.
Vit hava lagt rættiliga nógv tilfar sum t.d. heilsulýsingarnar á heimasíðuna, hesar finnur tú undir slóðini "Útgávur" vinstrumegin. Í heilsulýsingunum finnur tú nógv hagtøl um heilsuna hjá føroyingum, deyðsorsøkir, smittandi sjúkur, føðihagtøl o.m.a. Heilsulýsingarnar eru skrivaðar á donskum. Tær eita "Medicinalberetning for Færøerne" ella "Årsberetning". Vit hava talgilt fleiri av heilsulýsingunum og lagt tær á heimasíðuna, tú finnur tær flestu aftur til 1993, og so einstakar greinar ella fyrilestrar frá heilsulýsingum, sum eru frá 1980-85.
Tíðindi [01-07-2010] Landslæknin søkir eftir skrivstovufólki Les starvslýsingina her [21-05-2010] Viðvíkjandi øsku frá gosinum í Íslandi Dagført 21. mai 2010 [14-05-2010] Viðv. øskuskýnum úr Íslandi. So leingi øskan frá eldgosinum í Íslandi er um okkara leiðir hevur Landslæknin fyribils hetta tilmæli. [27-04-2010] Seinasta nýggja um dálking av øsku í luftini Dagført 27. april 2010 kl. 11:15 [23-04-2010] Dálking av øsku í luftini Dagført 23. apríl 2010 kl. 9.15 [22-04-2010] Dálking av øsku í luftini Dagført 22. apríl 2010 kl. 11:15 [21-04-2010] Dálking av øsku í luftini Dagført 21. apríl 2010 [19-04-2010] Tíðindaskriv um dálking í luftini sent út um 11 tíðina fyrrapartin [16-04-2010] Tíðindaskriv um dálking í luftini Sent um 10 tíðina í morgun [15-04-2010] Tíðindaskriv um dálking í luftini Landslæknin og Heilsumálaráðið sendu í dag tíðindaskriv um dálking av øsku í luftini [18-12-2009] Heilsumyndugleikarnir endurtaka tilmælini viðv. H1N1 beinkríminum Heilsumyndugleikarnir endurtaka tilmælini viðv. H1N1 beinkríminum [27-11-2009] Koppseta fólk yvir 65 ár, sum eru í vandabólki H1N1 [20-11-2009] Tilmæli um koppseting fyri H1N1-beinkrím H1N1 [23-10-2009] Ikki fleiri tilburðir staðfestir av H1N1 Ikki fleiri tilburðir staðfestir av H1N1 [22-10-2009] Koppseta fyri H1N1 um mánaðarskifti Les tíðindabræv frá Landslæknanum og Heilsumálaráðnum [23-09-2009] Færri nýggir tilburðir av H1N1 H1N1 [01-09-2009] Tíðindabræv: 13 tilburðir av H1N1 afturat. H1N1 [18-08-2009] Heilsulýsing Landslæknans fyri 2008 er nú útkomin Les úrtak úr Heilsulýsingini, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkinum í Føroyum í 2008. [18-08-2009] Framvegis fleiri tilburðir av H1N1 staðfestir í Føroyum H1N1 [07-08-2009] Enn fleiri tilburður av H1N1 staðfestir í seinastuni Nú hava íalt 44 fólk fingið staðfest krímsjúkuna H1N1 í Føroyum. Talið av staðfestum tilburðum er sostatt vaksið nógv seinastu vikuna. Les meiri [03-08-2009] Tíðindabræv um klamydia Talið á klamydiatilburðum er vaksið í stórum seinasta árið. Les meira [16-07-2009] Tilbúgvingarstigið er broytt til fasu 6 H1N1 [13-07-2009] H1N1 staðfest í Føroyum H1N1 staðfest í Føroyum [24-06-2009] Heimsfarsótt við beinkrími - Føroyska Pandemiætlanin Svínakrím [30-04-2009] Tíðindabræv til fjølmiðlarnar Svínakrím [29-04-2009] Tíðindaskriv frá Pandemibólkinum Svínakrím [05-12-2008] Álit um ferðsluhagtøl er lagt fram í dag. Á várið 2006 setti Vinnumálaráðið ein arbeiðsbólk við tí endamáli at finna fram til, hvørji ferðsluhagtøl tørvur er á í Føroyum fyri best møguligt at kunna fyribyrgja ferðsluvanlukkum. [28-11-2008] Ráðstevna um MRSA fyri heilsustarvsfólk Ráðstevna um MRSA [26-11-2008] Tilmæli um grind Fjølmiðlarnir fingu í dag tilmælið um grind, ið varð sent landsstýris- og løgtingsfólkunum við brævi 13. novembur 2008 [20-11-2008] Heilsulýsing Landslæknans fyri 2007 er nú útkomin Les úrtak úr Heilsulýsingini, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkinum í Føroyum í 2007. [08-11-2007] Bókin "Helsestatistik for de_nordiske lande 2005" er nú útkomin Bókin "Helsestatistik for de nordiske lande 2005" er nú útkomin. Útgevari er norðurlendska nevndin fyri heilsuhagfrøði, Nordisk Medicinalstatistisk Komité (NOMESKO), ið er ein serkøn nevnd undir Norðurlendska Ráharraráðnum.Í ritstjórnini fyri Føroyar sita vegna Almanna- og heilsumálaráðið og Landslæknan Jóanis Erik Køtlum og Høgni Debes Joensen. [06-09-2007] Úrvalsritið "Arbejde, helse og velfærd i Vestnorden" er útkomið Í sambandi við útgávu av norðurlendska úrvalsritinum við heitinum "Arbejde, helse og velfærd i Vestnorden", var framløga í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncksgøtu 6. sep. 2007. Í sambandi við framløguna hildu Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, Henrik Old, limur í formansskapinum í Útnorðurráðnum og Guðbjørg Linda Rafnsdóttir, ritstjóri, røður. Eisini søgdu Høgni Debes Joensen, Beinta í Jákupsstovu, Pál Weihe og Elin Súsanna Jacobsen frá um teirra ískoyti til bókaverkið. [23-08-2007] Nátasjúka í Føroyum Nátasjúka er framvegis í Føroyum. Í 1999 vóru 431 nátar í Føroyum kannaðir fyri havhestasjúku. Kanningin vísti, at 10% av havhestaungunum vóru smittaðir. [08-06-2007] Botulismu av turrum kjøti - tveir nýggir tilburðir Líkt er til, at nýliga staðfestu tilburðarnir av botulismu, har tvey fólk gjørdust sjúk, eru íkomnir orsakað av, at kjøtið hevur hingið ov heitt teir fyrstu dagarnar eftir fletting. Kjøtið varð ikki hongt beinleiðis út í hjallin til turkingar. Harumframt var kjøtið - eins og vanligt í Føroyum - flett undir óløggildum umstøðum. [06-06-2007] MRSA virkisætlan í Føroyum Í sambandi við, at fýra tilburðir av MRSA eru staðfestir í Føroyum, hava heilsumyndugleikarnir gjørt av at gera tað, ið gerast kann, til tess at fyribyrgja at MRSA verður spjadd í Føroyum. Les tíðindabræv frá William Smith, hygieinusjúkrarøktarfrøðingi, Leif Bæk, mikrobiologi og Høgna Debes Joensen, landslækna. [22-01-2007] Farsóttin avhæsað Í fyrru helvt av 2006 høvdu vit í Føroyum eina farsótt við kikhosta. Alt árið 2005 vóru 3 tilburðir fráboðaðir, meðan 11 tilburðir hjá børnum undir 1 ár vóru fráboðaðir fyrsta hálva árið 2006. [17-01-2007] Kunning um nýggja heilsuváttan til koyrikort Kunning um nýggja heilsuváttan til koyrikort [21-12-2006] Heilsulýsing Landslæknans fyri 2006 er komin. Heilsulýsing Landslæknans fyri 2006 er komin. [07-11-2006] Bók um heilsuhagtøl í Norðurlondum 2004 er útkomin Les tíðindabræv um bókina "Helsestatistik for de nordiske lande 2004". Føroysk hagtøl eru eisini við í bókini. [03-10-2006] Heilsulýsing Landslæknans 2005 er komin Les úrtak úr Heilsulýsingini, har í stuttum verður sagt frá gongdini á heilsuøkinum í Føroyum í 2005. [14-07-2006] 11 fráboðaðir tilburðir av kikhosta Higartil í ár hevur Landslæknin fingið 11 fráboðanir um kikhosta hjá pinkubørnum 0-1 ár. Í fjør var talið 3 tilburðir og í 2004 var ongin. [28-04-2006] Tilbúgvingarætlan ímóti heimsfarsótt við beinkrími Nú hava føroyingar fingið eina tilbúgvingarætlan ímóti heimsfarsótt við beinkrími. []
[]
[]
[]
[]
[]
[]
[]
[]
[]
[]
[]
[]
[]
|